

Hoyr Ára E. Dam og Tórmóð P. Djurhuus taka samanum eitt gott føroyskt avrik móti Italia
11.01.2026Hoyr frásøgumannin, Pætur Nolsøe siga frá dystarendanum Føroyar-Italia 38-34 (18-17), og hoyr viðmerkjararnar, Ára E. Dam og Tórmóð P. Djurhuus taka samanum eitt gott føroyskt avrik móti Italia . Tað sum er serliga gleðilig er, at liðið megnaði hetta avrikið uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu, og næstan uttan Óla Mittún, ið ikki spældi nógv í dag. Dysturin í dag prógvaði, at vit hava fleiri streingir at spæla uppá.
















