Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Agnar Prestá siga frá sera óhepnu støðuni, har ein liggjandi Odmar Færø var dømdur at gera brotsspark. Eitt mál, ið gav Kekkia ein harðvunnan 1-0 sigur á Føroyum. Hoyr Agnar taka samanum eitt gott føroyskt avrik, serliga í seinna hálvleiki, men tað svíður at tapa upp á eitt óheppið brotsspark. Hoyr eisini Trónd Arge seta orð á frustrasjónina, at altjóða fótbóltslógin krevur, at tað verður dømt brotsspark í hesum støðunum.
Savnsmynd
