,

HOYR fundast við Sirið Stenberg

Skrivað

FM1

Dagfesting

Felagið HOYR var í gjár á fundi við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, sigur Almanna- og Mentamálaráðið.

Á fundinum legði HOYR fram úrslitið av eini royndarverkætlan fyri fólk við Tinnitus, ið HOYR hevur gjørt saman við Náttúruterapi. Eisini greiddi HOYR frá um tær avbjóðingar ið fólk við niðursettari hoyrn hava, og hvat kann gerast fyri at bøta um hesar.

Fríggjadagin skipar HOYR fyri norðurlendskari ráðstevnu, har høvuðsevnið verður mannarættindi. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, er boðin at bera fram røðu.

“Eg eru takksom fyri at eg eri boðin at luttaka á ráðstevnuni, og síggi fram til ein dag har vit saman varpa ljós á støðuna hjá fólki við niðursettari hoyrn, eins og teir batar ið eru framdir á økinum seinastu árini,” segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

HOYR er eitt áhugafelag fyri fólk ið hava niðursetta hoyrn. “Felagið arbeiðir fyri at umstøðurnar hjá fólki við niðursettari hoyrn skulu vera so góðar sum gjørligt, og varpar ljós á tær avbjóðingar ið fólk hava til tess at bøta um tær,” verður sagt.