Hoyr Gert Hansen, Poul Kallsberg og Arnbjørn Svensson seta orð á tapið í Belfast

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Rúni á Reynatrøð prátaði við hjálparvenjaran, Gert Hansen, Poul Kallsberg og Arnbjørn Svensson hjá Víkingi aftaná 0-2, og samlaða 2-3 tapið fyri Linfield FC í triðja undanumfarinum í Conference League. Gert harmast tapið, men hevur eina betri kenslu enn aftaná bæði tapini fyri Lincoln Red Imps. Poul Kallsberg staðfestir, at teir í Víkingi tóku ikki av málmøguleikunum. Poul fer nú til Hillerød í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Poul er takksamur fyri tíðina í Víkingi. Arnbjørn heldur, at Víkingur tapir upp á tvey keðilig mál. MYNDIR: Sverri Egholm.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm