Hoyr hvat Birgir Nielsen sigur um gjald fyri parkering í Havn

Skrivað

Jónas Ákason

Dagfesting

Birgir Nielsen býráðslimur í Tórshavnar kommunu segði við tíðinasendingina hjá FM1 í gjár, at hann ikki tekur undir við at taka gjald fyri vanliga parkering í Havn.

Lurta eftir allari samrøðuni við Birgir Nielsen her:


Elsa Berg, borgarstjóri, hitti týsdagin Jóhan Christiansen, landsstýrismann í samferðslumálum, har millum annað parkeringsviðurskiftini vóru til umrøðu.

Hugskotið um gjald fyri parkering er ikki nýtt, og fleiri undanfarin býráð hava havt málið til umrøðu.