

Hoyr Magna Hoseth seta orð á avrikið hjá B36 – og hoyr samrøðu við Rune Bolseth sum tekur Pro lisens venjaraútbúgving saman við Magna
17.07.2024Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjarin, Ronnie Thomassen siga frá sigursmálinum FK Auda skoraði móti B36 á Tórsvølli. FK Auda vann samanlagt 3-0 á B36 í fyrsta undanumfarinum í Conference League. Hoyr samrøðuna Rúni gjørdi við høvuðsvenjaran, Magne Hoseth sum staðfestir, at B36 hevur nógv at bøta um. Men hann slær fast, at liðið fer hart eftir fjórða plássinum nú. Hoyr eisini samrøðuna Rúni gjørdi við Rune Bolseth, hjálparvenjara hjá Sogndal, ið tekur Pro lisens venjaraútbúgving saman við Magna Hoseth. Myndir: Rúni á Reynatrøð.
