Mánadagin 3. februar bjóðar Minesto øllum áhugaðum at hoyra meira um sjóvarfalsorku og framtíðarætlanir fyri Føroyar. Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum frá klokkan 16.30 til 18.15.
Á skranni er kunning um Minesto, um tøknina, tey hava, og um hvussu Føroyar slóða fyri sjóvarfalsorku og eru í ferð við at gerast ein fyrimynd fyri oyggja- og havbúskap um allan heim í sambandi við alheimsorkuskiftið.
Forstjórin í Minesto, Martin Edlund, fer at greiða frá ætlanini at byggja út við 200MW. Aftaná verður orðaskifti um møguleikar og avbjóðingarnar, sum eru fyri framman. Framløgan og orðaskiftið verða á enskum.
Tiltakið er ókeypis, men tað er neyðugt at melda seg til áðrenn.