Hoyvíkskvinnur enn ein møguleika at tryggja sær meistaraheitið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Leygardagin høvdu kvinnurnar hjá H71 møguleikan at gerast føroyameistarar, um tær vunnu triðju FM-finaluna móti Kyndli. Men royndu Kyndilskvinnurnar vildu tað øðrvísi, og vunnu uppiborið. Nú hevur H71 vunnið tveir finaludystir og Kyndil ein. Fyrsta liðið at vinna tríggjar finalur verður føroyameistari.

Í kvøld klokkan 19.00 fáa hoyvíkskvinnur so aftur møguleikan at tryggja sær meistaraheitið, meðan Kyndil má vinna fyri at tryggja eina fimtu og avgerandi finalu.

Liðini eru so mikið jøvn, at tað er ógjørligt at spáa, hvør vinnur. So tað er lítið at ivast í, at útlit eru fyri einari sera spennandi FM-finalu hjá kvinnum í Hoyvíkshøllini í kvøld.

FM-finalur í SMS -deildini við kvinnum

  • Sunnudagur 27. apríl: Kyndil – H71 24-29 (11-13)
  • Mikudagur 30. apríl: H71 – Kyndil 29-27 (16-13)
  • Leygardagur 3. mai: Kyndil – H71 33-32 (19-17)
  • Mikudagur 7. mai: H71 – Kyndil, Hoyvíkshøllin, kl. 19:00
  • Leygardagur 10. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 18:00