SMS-deildin, kvinnur – 4. FM-finala
H71 – Kyndil 26-24 (12-9)
H71 er føroyameistari í kvinnuhondbólti, eftir at tær í kvøld vunnu fjórðu FM-finaluna móti Kyndli 26-24. Dysturin var leingi spennandi. Men miðskeiðis í seinna hálvleiki dróg H71 frá, og hóast Kyndil megnaði at seta spenning í dystin í seinasta minutti, so vann H71 uppiborið dystin og føroyameistaraheitið, sum tey flestu fyrr í kappingarárinum mettu fór at enda aftur hjá Kyndli.
Allarfyrstu minuttirnar kom Kyndil fram um við einum máli. Kyndil royndi at seta ferð á, og tað riggaði eina løtu. Men so var tað, sum um kyndilskvinnurnar sjálvar ikki kláraðu at fylgja við ferðini, og tær gjørdu nakrar feilir. Eisini brendi millum annað Turið Arge Samuelsen tvær ferðir.
Í hinum endanum hevði H71 ikki stórvegis trupulleikar at koma í gjøgnum. Systrarnar Maria Weyhe og Anna Eliabeth Weyhe skiftust um at strúka gjøgnum kyndilsverjuna. Elsa Egholm gjørdi eisini nøkur av sínum eyðkendu málum, og brádliga var H71 framman fyri 7-4.
Kyndil tók leikbrá, sum sýntist at hjálpa eitt sindur, tí nú strammaði verjan hjá Kyndil í, og H71 slapp ikki til so lættar møguleikar.
Eina góða løtu var støðan 7-5, og H71 kláraði ikki at gagnnýta, at tær vóru ein fleiri í tveir minuttir.
H71 skoraði einki mál í tíggju minuttir, og Kyndil kom upp á 7-7. Bjarta Johansen gekk, sum hinar finaludystirnar, fremst hjá Kyndli og skoraði fýra av sjey teimum fyrstu málunum.
Tilsamans gingu heilir trettan minuttir, har H71 ikki skoraði, áðrenn tær vóru hepnar at fáa ein retur, og Lea Brockie skoraði av vinstra veingi.
Nú fór Kyndil aftur at gera feilir, og við trimum málum á rað fekk Karin Egholm H71 fram um 11-8.
H71 og serliga verjan helt stand hálvleikin út, í steðginum var 12-9 H71, sum nú var á veg móti meistaraheitinum.
Liðini byrjaðu seinna hálvleik við at skora hvør sítt brotskast. So nærkaðist Kyndil spakuliga í einari rokaligari løtu, og Kyndli javnaði eisini til 16-16, tá ið tíggju minuttir vóru spældir.
Hjá H71 var Lea Brockie sera óheppin at fáa ein skaða í knæið, sum gjørdi, at hon mátti fara av vøllinum.
Nú stóð fast á 18-17 í fleiri minuttir. Rúna Larsen bjargaði nøkrum royndum frá Kyndli. Hon stóð væl allan dystin, og serliga seinastu løtuna hevði hon nakrar avgerandi bjargingar.
H71 hevði nú momentum. Tóra Róadóttir skoraði tvær ferðir trygt av vinstra veingi, og hinumegin skoraði Brynhild Pálsdóttir eisini tvey mál.
H71 helt ser framman fyri við nøkrum málum, tá ið tað nærkaðist dystarenda. Kyndil gjørdi eina roynd at fara fram at verja, og tá ið tjúgu sekund vóru eftir minkaði Inga Maria Roysdóttir til 25-24.
Maria Weyhe átti tó seinasta orðið í dystinum, tá ið hon setti brotskast í málið til úrslitið 26-24.
Tá ið framúr góða liðið hjá H71 gjørdist føroyameistari í 2023, fóru tær flestu av landinum at spæla. Onkrar eru komnar aftur, og saman við upp aftur yngri evnaríkum leikarum hevur nýggja liðið hjá H71 veruliga ment seg seinastu vikurnar.
Tá ið roynda kyndilsliðið samstundis var rakt av órógvi í venjaratoyminum, fall støðið á teirra avrikið munandi, og tað gagnnýtti H71 og vann uppiborið føroyameistaraheitið.
Hjartaliga til lukku H71.
FM-finalur í SMS -deildini við kvinnum
- Sunnudagur 27. apríl: Kyndil – H71 24-29 (11-13)
- Mikudagur 30. apríl: H71 – Kyndil 29-27 (16-13)
- Leygardagur 3. mai: Kyndil – H71 33-32 (19-17)
- Mikudagur 7. mai: H71 – Kyndil 26-24 (12-9)
