Hoyvíkskvinnur kunnu gerast føroyameistarar í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Kvinnurnar hjá H71 verða føroyameistarar í høllini á Hálsi dag klokkan 15.30, um tær vinna triðju FM-finaluna móti Kyndli.

Eitt sindur óvæntað hevur unga liðið hjá H71 vunnið tvær tær fyrstu finalurnar, og tær mugu nú eisini metast at vera favorittar í kvøld. H71 hevur veruliga lyft sítt spæl í finaludystunum, meðan Kyndilsliðið, sum er verandi føroyameistari, als ikki er at kenna aftur.


Í 2017 spædu Hoyvíkskvinnur fyri fyrstu ferð í bestu kvinnudeildini. Liðið bygdi seg spakuliga upp, og í 2022 og 2023 vann H71 føroyameistaraheitið hjá kvinnum við einum av bestu kvinnuliðum í føroyskari hondbóltssøgu.

Fleiri av stjørnuleikarunum á tí liðnum eru farnar av landinum. Men longu nú, hevur H71 ment eitt nýtt sterkt lið, sum hevur møguleika at gerast føroyameistari í dag.

FM-finalur í SMS -deildini við kvinnum

Spældar finalur

  • Sunnudagur 27. apríl: Kyndil – H71 24-29 (11-13)
  • Mikudagur 30. apríl: H71 – Kyndil 29-27 (16-13)

Komandi finalur

  • Leygardagur 3. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 15:30

Møguligar fjórðu og fimtu finalur

  • Mikudagur 7. mai: H71 – Kyndil, Hoyvíkshøllin, kl. 19:00
  • Leygardagur 10. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 18:00