,

Hoyvíkskvinnur mundu framt eitt bragd

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

EHF European Cup kvinnur- 3. umfar, seinni dystur
AC PAOK – H71
23-30 (14-15), (samanlagt 54-53)

Hoyvíkskvinnur vóru hamskiftar samanborið við fyrra dystin móti grikska liðnum PAOK. Tær megnaðu at hála átta máls ósigurin frá fyrra dystinum aftur. Men mistu tí verri víðari luttøku í European Cup í allar seinasta sekundinum, tá i PAOK minkaði til 30-23.

Eitt frálíkt avrik hjá H71 í kvøld, sum ungu hoyvíksgenturnar kunnu vera sera stoltar av.


Hesin seinni dysturin hjá kvinnunum móti PAOK úr Thessaloniki í Grikkalandi var so nógv betri enn tann fyrri.

Tað sá út til, at hoyvíkskvinnur vóru meira konsentreraðar enn í fyrra dystinum, og serliga í verjuni var stríðsviljn nógv betri.

Í álopinum kom H71 eisini í gjøgnum verjuna nærum hvørt álop. Men tíverri vórðu aftur í dag alt ov nógv skot brend úr púra leysum støðum. Ein sum kortini skoraði væl aftur í dag, var Christina Arge á vinstra veingi, sum við sínari hædd og avsetti kom so mikið høgt upp í luftina, at hon fekk góðan vinkul móti sera væl leikandi málverjanum hjá PAOK.

Tíbetur so vóru tær úr PAOK eisini sløsutar við skotunum, og millum annað fóru fleiri skot upp um.

Einu løtuna hótti PAOK við at fara frá. Men H71 fótaði sær aftur.

Millum annað kom Anna Elisabeth Weyhe inn á vøllin, og hon hevði fokus á rætta stað og skoraði fleiri mál.

Ein onnur, sum veruliga gjørdi mun, var Alda av Skarði í málinum. Vanliga stendur hon í skugganum av Rúnu Larsen. Men í dag kom hon inn og spældi sín lívs dyst í málinum.

So mikið væl gekst seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, at H71 førdi 15-14 í hálvleikinum.

Í seinna hálvleiki fór at gangast upp aftur betri. Nú slepti H71 hondbremsuni og fór at spæla við nógvari ferð. Samstundis hildu verjan og Alda av Skarði fram standa væl í verjupartinum.

Nú gjørdist veruliga spennandi, og longu tá ið átta minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki var støðan 20-15, og bara trý mál manglaðu at fáa leiðsluna frá fyrra dystinum aftur.

Nú helt munurin sær á fýra fimm mál eina góða løtu, og Hoyvíkshøllin kókaði.

Griksku genturnar gjørdust alsamt meira fjálturstungnar, og H71 var nú flúgvandi. Serliga á høgra veingi lá væl fyri hjá Karini Egholm at hamra bóltarnar í málið.

Tá ið 51 minuttir vóru spældir, kom H71 fram um 26-18, og nú var samanlagt púra javnt. PAOK tók leikbra, og nú skiftust liðini um at skora.

Nú var veruligur spenningur í høllini. Bæði liðini gjørdu feilir, og H71 fór aftur at brenna fleiri skot.

Tá ið 55 sekund vóru eftir, legði PAOK seg fram um 29-22. H71 tók leikbrá, og Christina Arge javnaði av vinstra veingi, tá ið 24 sekund vóru eftir.

Tíverri gagnnýtti PAOK í seinasta álopið yvirtalsstøðuna væl og spældi tunt út á høgra vong, sum skoraði avgerandi málið í seinastu løtu.

30-23 vann H71 hendan seinna dystin. Men tað var akkurát ov lítið, tí samanlagt vann PAOK 54-53, og harvið er einki føroyskt lið eftir í evropeiksum hondbólti hetta kappingarárið.


EHF European Cup kvinnur- 3. umfar, seinni dysturAC PAOK – H71 23-30 (14-15), (samanlagt 54-53)

Málskjúttar og leikarar:
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 7/10
Christina Arge 5/8
Karina Debes Heinesen 4/6
Maria Hálsdóttir Weyhe 4/5
Elsa Egholm 3/5
Karin Egholm 3/5
Brynhild Pálsdóttir 2/3
Lukka Arge 1/1
Lea Sesilia Lava Brockie 1/2
Sofie Kornelius 0/1
Inga Maria Joensen
Tóra Róadóttir
Fjóla Skaalum Vilhelm
Elida Joensen
Rúna Jógvansdóttir Larsen (málverji)
Alda av Skarði (málverji)

Útvísingar: Karian D. Heinesen og Christina Arge

Dysturin á heimasíðuni hjá EHF




Myndir av Facebooksíðuni hjá H71