SMS-deildin
H71 – VÍF 30-24 (15-17)
Tað var frá byrjan týðiligt, at talan var um tvey jøvn lið, sum møttust í Hoyvíkshølini, tá ið kvinnurnar hjá H71 tóku móti VÍF. H71 byrjaði betri, men VÍF svaraði skjótt aftur við sínum kvika skjótálopsspæli.
Durita Jojic var við aftur hjá VÍF. Hon byrjaði á strikuni, men skjótt var hon aftur á sínum vanliga plássi á høgra bakki, og tað lá væl fyri hjá veteraninum at høgga skotini í málið í fyrra hálvleiki, tá ið hon skoraði fimm ferðir.
Móti endanum av fyrra hálvleiki var VÍF eitt skiftið frammanfyri við fimm málum, og hevði veruliga viðgongd í spælinum. VÍF hevði eisini møguleikar at koma meira fram um seinastu fimm minuttirnar fyri steðgin, men tær brendu nógv skot, og H71 brúkti møguleikan at minkað niður í tvey mál, 17-15 til VÍF í hálvleikinum.
H71 byrjaði eisini betri í seinna hálvleiki. Millum annað eydnaðist hjá H71 at steðga góða kvika skjótálopsspælinum hjá VÍF, og tá ið VÍF ofta hevur tað torført í grundálopsspælinum, so gekst sera illa hjá VÍF at skora í seinna hálvleiki. Einans trý mál skoraði VÍF fyrstu 20 minuttirnar eftir steðgin, og tá var H71 framman fyri 23-20.
Verjan hjá H71 stóð væl í seinna hálvleiki, og í málinum stóð Rúna Larsen væl. Hjá VÍF gjørdist spælið ov stirvið. Tað var eisini týðiligt, at Durita Jojic í løtuni ikki orkar at spæla ein heilan dyst, og tað var eingin megi í hennara skotum í seinna hálvleiki
VÍF tók leikbrá, tá ið tíggju minttir vóru eftir, og nú kom eitt sindur gongd á málskjótingina.Men tað var ov seint, og H71 vann fult uppiborið 30-24.
Hjá H71 skoraði Maria H. Weyhe 8 ferðir, og hjá VÍF fekk Fríða Nolsøe Olsen 9 mál.
Úrslitið hevur við sær, at H71 og VÍF nú eru jøvn í stigum á øðrum og triðja plássi. Her skal tó havast í huga, at VÍF manglar tveir dystir móti Kyndli, meðan H71 bara manglar ein. Sum tað hevur gingið higartil, kann vænast, at Kyndil vinnur hesar dystir, og tí kann væl vera, at dysturin, sum VÍF og H71 mangla sínamillum, verður avgerandi fyri, hvør gerst nummar tvey í landskappingini.
Um eina viku spæla H71 og VÍF avgerandi dyst í steypakappingini, um hvør skal koma víðari í hálvfinalurnar. Tann dysturin verður eisini í Hoyvíkshøllini.
Stigatalvan í SMS-deildini
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 12 | 428 | 257 | 171 | 24 |
H71 | 13 | 445 | 344 | 101 | 21 |
VÍF | 13 | 419 | 295 | 124 | 21 |
Neistin | 13 | 339 | 322 | 17 | 15 |
StÍF | 11 | 228 | 312 | -84 | 6 |
EB | 12 | 291 | 396 | -105 | 5 |
VB | 11 | 256 | 372 | -116 | 2 |
Stjørnan | 11 | 259 | 367 | -108 | 2 |