Eitt dreingjalið hjá Havnar Svimjifelag svam seg leygardagin til nýtt føroyskt juniormet í 4×50 metra blandaðari svimjing á stuttgeil í svimjikappingini SMS Jólasprint 2024.
Teir svumu teinin upp á 1:49,52. Frammanundan var metið hjá Suðuroyar Svimjifelag frá 2019 1:52,64.
Teir sum svumu fyri Havnar Svimjifelag, vóru Óli Mikkelsen, 50 rygg á 28,42, Silas Dam Lindberg , 50 bringu á 31,77, Áki Eliassen 50 firvald á 25,86 og Jóni J. Strøm 50 frí á 23,67.
Mynd: Fríði Dam Lindberg -Svimjisamband Føroya