Tann 24 ára gamli havnamaðurin hevur skrivað sáttmála við F.C Hoyvík, sum nú er komin heim eftir lesnað.
Hettar váttar F.C Hoyvík á teirra Facebook vanga.
Hann er uppaldur í B36, men í fjør skifti Hugin til B68. Hann leikti 9 dystir fyri toftamenn og skoraði 2 mál í Betri Deildini.
Hugin Samuelsen er 1,88 metur og kann spæla á miðvøllinum ella í álopinum.
Flytingargluggin er opnaður aftur í dag og letur aftur tann 12. juli.