Í gjáramorgunin var eitt víkisskylduóhapp á Vegnum Langa í Hoyvík, tá ein bilur koyrdi út fyri annan bil, sum koyrdi eftir Vegnum Langa. Talan var bert um materiellan skaða, men løgreglan hevur skrivað eina sak hesum viðvíkjandi.
Løgreglan var eisini úti og gjørdi eitt ferðsluátak í Havnini í gjár, og har varð ein bilførari tikin klokkan umleið tíggju fyri at koyra 75 kilometrar um tíman á Glyvursvegnum, har tað er loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman, so tað bleiv til eitt klipp í koyrikortið umframt eina bót.
Eisini blivu fýra bilførarar tiknir fyri at tosa í fartelefon, meðan tey koyrdi bil. Hetta var um 11-tíðina á Hvítanesvegnum, og tey fáa øll eina bót sendandi við postinum, sum er áljóðandi 1.000 krónur.
Eisini var Føroya Politi ein túr inni á Strondum í gjár, og har bleiv ein bilførari tikin við at koyra uttan trygdarbelti. Og um hálvgum tíggju tíðina í gjárkvøldið, bleiv ein bilførari steðgaður í Havn, tí viðkomandi hevði eitt smábarn í bilinum, sum ikki sat á bilpútu.
Í Vestmann var ein maður farin at ganga sær ein túr í bygdini, men meðan hann gekk, kom ein hundur gangandi móti manninum, sum elti mannin so mikið nógv, at hundurin til endans beit mannin. Maðurin, ið varð bitin, boðaði løgregluni frá. Vakthavandi á løgreglustøðini greiðir frá, at løgreglan hevur skrivað eina hundasak mótvegis eigaranum av hundinum, sum kann vænta sær eina bót fyri ikki at hava hund sín í bandi. Vakthavandi á løgreglustøðini greiðir eisini frá, at hundaeigarin hevur avgjørt at avlíva hundin.
Nógv ferðsla er til Saksunar í summarhálvuni, og tað hevur millum annað ført við sær, at eitt gamalt rulluportur á Saksunarvegnum ikki longur kláraði alla bilferðsluna til og úr Saksun. Nøkur av rørunum í rulluportrinum hava verið nakað leys seinastu tíðina, og í gjár gav eitt rør eftir og stakk uppeftir. Hetta órógvaði bilferðsluna so mikið nógv, at ein long røð av bilum stóð báðumegin portrið. Landsverk fekk boð um at koma á staðið og umvæla portrið, soleiðis at glið kundi koma á ferðsluna aftur.
Beint fyri klokkan 19 í gjár var ein føroyingur burturvístur úr einum drekkistaði í Havn, tí viðkomandi dugdi sær ikki hógv.
Í samband við dystin millum HB og Derry City í gjárkvøldið vóru um 100 Derry-viðhaldsfólk í Føroyum, har tey fyri tað mesta hava hildið seg á heimavølli, freistast ein at siga, á Irish Pub niðri á Skálatrøð í Havn. Løgreglan hevur alt gott at bera viðhaldsfólkunum, sum hava skikkað sær pent, meðan tey hava verið í Føroyum. Tey flestu av teimum fóru avstað við leiguflogfari beint eftir dystin.
Løgreglan hevur eisini verið til staðar á G!, men har hava fólk eisini skikkað sær pent, greiðir vakthavandi frá.
Tó var nakað av gangi uppi í nýggja grannalagnum upp í Hamrinum á Argjum seint í gjárkvøldið, har eitt innflytingarball var á skránni. Gestirnir larmaðu nakað illa, og summi høvdu hug at kjakast í so nógv uttanfyri, sum var til ampa fyri grannarnar. Løgreglan fór á staðið, og fekk sissa gestirnar, sum eisini fingu boð um heldur at kjakast innandura ístaðin.
Í morgun um hálvgum sjey tíðina var eitt soloóhapp í einum av tunlinum norður um Fjall, har tveir útlendskir gestir koyrdu á einari motorsúkklu tíðliga í morgun. Førarin á motorsúkkluni hevur allarhelst verið óansin og onkursvegna koppaði motorsúkklan inni í tunlinum. Ringt varð til tilbúgvingina, har ein kvinna bleiv flutt til Landssjúkrahúsið til nærri kanningar. Maðurin, sum koyrdi motorsúkkluna, fór við løgreglupatruljuni til Havnar, og hann byrjaði at føla meira og meira pína í kroppinum, so hann bleiv eisini fluttur til Landssjúkrahúsið til nærri kanningar, men vakthavandi veit ikki, hvussu standurin er hjá teimum báðum í núverandi løtu.