Húsareynstunnilin verður latin upp sunnudagin, eftir at bæði Tórshavnar kommuna og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava góðkent hann til almenna ferðslu.
Fyrst varð ein venjing hildin 1. juli, har umleið 20 fólk frá politinum, sløkkiliðinum, heilsuverkinum og kommununi royndu tilbúgvingarætlanina og samskiftisútgerðina.
Politiið, sum var leiðandi samskipari í tilbúgvingini, hevur góðkent venjingina. Kommunan hevur síðan staðfest, at tunnilin uppfyllir øll myndugleikakrøv, og brunaeftirlitið hevur somuleiðis brunagóðkent tunnilin.
Fútin Michael Boolsen váttar fyri Portalinum, at neyðtelefonir eru í tunnlinum, men at fartelefonsambandið verður klárt skjótast gjørligt. Hann sigur, at útgerðin til samband er løgd inn, men at tað enn manglar nakað í áðrenn tað kann setast til.
Fyrstu tíðina verður ikki møguligt at tosa í fartelefon ella at lurta á útvarpi í nýggja 1.700 metra langa Húsareynstunlinum.
Hátíðarhald verður sunnudagin 6. juli, tá tunnilin og nýggi Havnarvegurin alment lata upp fyri almennari ferðslu. Hetta verður eitt fólksligt tiltak fyri øll, har fólk kunnu ganga, renna, trilla og súkkla gjøgnum Húsareynstunnilin og eftir Havnarvegnum, og enda við Tjarnir, áðrenn tunnilin og vegurin verða latin upp fyri bilferðslu.
Skráin fyri dagin er hendan:
Kl. 13.00
- Harmoniorkestrið GHM spælir við tunnilsmunnan við Marknagilsvegin
Kl. 13.30
- Elsa Berg, borgarstjóri, heldur røðu
- Jón Sigurðsson, stjóri á Articon, heldur røðu
- Bergur Robert Dam Jensen, form. í teknisku nevnd, klippir snórin
- Farið verður inn í Húsareynstunnilin og endað við Tjarnir, umleið 4 km
- Tónleikur inni í tunlinum við Jóhan Hentze
- Drekkamunnur við Tjarnir
Kl. 15.30
- Havnarvegurin og Húsareynstunnilin lata upp fyri ferðslu, har Føroya Ellisakfør koyra frá munnanum á tunlinum við Marknagilsvegin til Tjarnir