Hvalbingar hátíðarhildu 175 ára dagin hjá Lítlu Dímun

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hvalbingar hátíðarhaldu í gjár, at tað eru 175 ár síðan teir keyptu Lítlu Dímun. Yvir 200 fólk møttu til hátíðarhaldið at heilsa upp á “dímuningar”.

Tiltakið varð hildið í Dímunarneystinum. Har vóru røða frá formanninum, Róini Schrøter, sangframførslur, felagssangir og Brestiskvæðið varð kvøðið. Veðrið var gott og bátar sigldu á fjørðinum.

Á hátíðarhaldinum lat Hvalbiar kommuna 7000 krónur til oynna.


Tað var 24. august í 1850, at hvalbingar keyptu Lítlu Dímun á uppboðssølu frá kongi. Oyggin hevði tá verið kongsjørð, men tí eingin vildi festa hana, varð hon seld. Hvalbingar og sandvíkingar bjóðaðu saman og vunnu uppboðssøluna við hægsta boði, næstan 5000 ríkisdálar.

Lítla Dímun er minsta oyggj í Føroyum, 0,82 km² til víddar og 414 metrar høg. Har hevur ongantíð búð fólk, men oyggin ber um 270 áseyðir. Í dag verður oyggin eisini eitt væl umtókt ferðamál, og hvalbingar skipa hvørt summar fyri túrum út í oynna.


Myndirnar niðanfyri eru av Facebook síðuni hjá Lítlu Dímun