,

Hvarv á Ljósfest í august

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Summarið er tíðin, tá ið øll tey mongu stóru mentanartiltøkini eru í Føroyum, og eitt av teimum afturvendandi er Ljósfest í Vági vikuskiftið 15. – 17. august.

Ein av bólkunum, sum verður við í er tónleikabólkurin Hvarv.

Hvarv hevur røtur aftur til síðst í nítiárunum, tá ið teir komu fram við lagnum Fortíð, Nútíð, Altíð. Í 2000 vóru teir eisini við á útgávuni Vælskapt Brek við sanginum Vovið av Guði, sum hevur fylgt bólkinum gjøgnum árini.

Í 2025 hevur bólkurin givið út hittlagið Sálarfrændi mín, sum hevur verið nógv at hoyra, og nýggjur tónleikur er á veg.

Manningin telur royndar tónleikarar: Hjalmar Magnussen, Dagfinn Olsen, Neil Joensen og Dánjal Jákup Wiberg Holm – allir við drúgvum royndum úr føroyskum tónleikabólkum sum Júmen, Springs og Wild Child.

Við sær á Ljósfestini hava teir eisini Høgna Fagraberg, ein sera royndan guitarleikara. Á skránni verða bæði eldri løg og nýggj, og Hvarv lovar at seta lív í vágska summarið við sínum fjølbroytta tónleiki.