Hvat ætlar Bjarni Petersen at gera við longu viðgerðartíðirnar til arbeiðsloyvi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Helgi Abrahamsen, tingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sett landsstýrismanninum í lógarmálum, Bjarna K. Petersen, ein skrivligan fyrispurning um longu viðgerðartíðirnar hjá Útlendingastovuni.

Hann vísir á, at bíðitíðirnar fyri avgreiðslu av málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi gjørdust munandi longri, tá ið Føroyar í fjør yvirtóku umsitingina av hesum málsøki.

Í Degi og viku 12. august varð sagt, at ein av høvuðsorsøkunum til longdu bíðitíðina er manglandi arbeiðsorka. Vinnuhúsið hevur eisini gjørt vart við støðuna, tí ongar ábendingar eru um, at bíðitíðirnar eru í ferð við at verða styttri.

Helgi Abrahamsen heldur, at endamálið við at yvirtaka málsøkið má vera at veita eina betri tænastu. Hann spyr tí, hvat landsstýrið ætlar at gera fyri at stytta viðgerðartíðirnar, og leggur dent á, at tað gevur ikki meining, at viðgerðartíðin er blivin uppaftur longri, eftir at málsøkið er yvirtikið.