Hví ber ikki til at fáa innflutningsloyvi til djór fríggjadagar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgtingsmaðurin Karlot Hergeirsson hevur sett ein skrivligan fyrispurning til landsstýriskvinnuna í vinnumálum, Sirið Stenberg, um flutning av djórum millum lond.

Hann vil hava svar upp á, hví djóraeigarar ikki kunnu fáa innflutningsloyvi fríggjadagar, og um privatar djóralæknar kundu hjálpt til.

Sambært reglunum skulu hundar og kettur kannast innan tveir dagar undan fráferð. Loyvið skal gevast av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, men tey arbeiða ikki í vikuskiftinum. Hetta ger tað trupult at ferðast við djórum, serliga við Norrønu sunnudagar um veturin.

Á heimasíðuni hjá HFS stendur, at fráferðir kunnu bert vera úr sendaralandinum við hundi ella kettu mikudag, hósdag, fríggjadag og leygardag, men tað passar illa við ferðaætlanina hjá Norrønu.

Karlot Hergeirsson vil vita, um mannagongdirnar kunnu broytast, so ferðing við kelidjórum gerst smidligari. Tað undrar hann, at tað ikki ber til at avgreiða loyvi fríggjadagar, hóast tað er vanligi arbeiðsdagur.