Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, spyr landsstýrismannin í almannamálum, Eirik í Jákupsstovu, hví umvælingarnar av røktarheiminum Hamragarði í Vági ikki eru byrjaðar enn, hóast játtan er á fíggjarætlanini fyri 2025.
Í skrivligum fyrispurningi vísir hann á, at røktarheimið varð avhendað fyri fjúrtan árum síðan, og at fleiri manglar og feilur hava verið staðfestir, uttan at neyðugar umvælingar eru framdar. Tað hevur havt við sær, at til ber ikki at hava fult virksemi á røktarheiminum í vetrarhálvuni.
Sambært Landsverki fer umvælingin at kosta góðar 17 milliónir krónur, og í januar varð avtala gjørd millum kommunurnar í sunnaru helvt av Suðuroynni og Landsverk um at býta kostnaðin. Hóast hetta, og at játtanin nú er tøk, er eingin umvæling enn farin í gongd.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin verður staðfest, at tað var annars upplýst fyri Løgtinginum, at tað var umráðandi, at arbeiðið varð sett í gongd um summarið, tí vánaligt veður kann darva umvælingini.