Hví eru valevnislistar á komm­unu­vali avmarkaðir – Helgi Abrahamsen spyr

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hevur sett ein skrivligan fyrispurning til landsstýrismannin í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, um valevnislistarnar til kommunuval. Fyrispurningurin verður settur eftir § 52a í Tingskipanini.

Spurningar eru hesir:

  1. Hvat er endamálið við at hava mark fyri, hvussu nógv valevni kunnu standa á sama lista til kommunuval?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða fyri at broyta hetta?

3. Hvussu heldur landsstýrismaðurin, at kommunuvalið í 2024 gekk í síni heild?

Helgi Abrahamsen vísir á, at sambært løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur kann ein valevnislisti í mesta lagi hava 4 valevni fleiri enn samlaða talið av bygdaráðslimum/býráðslimum, ið skulu veljast. Hetta kann føra til, at fleiri listar mugu gerast, hóast valevnini ofta ikki hava annað til felags enn, at tey eru á sama lista.

Við seinasta kommunuvalið í novembur komu fram fleiri trupulleikar, so sum vantandi atkvøðuseðlar og kærur um valsvik. Hetta er orsøkin til, at Helgi Abrahamsen setur spurningin um, hvussu landsstýrismaðurin metir um gongdina av kommunuvalinum í 2024.