Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður, ákærir í lesarabrævi vinstraflokkarnir, sum hann kallar teir, enn einaferð leggja upp til stríð um fiskivinnuna. Hann vísir á, at tað vóru ábendingar um frið, men Dennis Holm hevur tikið síni úttalilsi aftur.
Steffan Klein Poulsen spyr, hví reiðarí ikki fáa frið at virka eins og aðrar stórar fyritøkur í Føroyum. Hann spyr eisini um reiðarar eru óndari ella ríkari aðrar stórar fyritøkur, ella um teir eru ein hóttan ímóti samfelagnum.
Steffan Klein Poulsen heldur, at øvundsjúka er orsøk til hendan svullin
Les alt lesarabrævið hjá Steffani Klein Poulsen
Hetta luktar illa!
Tað er ófatiligt at vinstra flokkarnir enn einaferð leggja upp til stórt stríð um fiskivinnuna. Tað vóru ábendingar um at friður skuldi valda um hesa høvuðsvinnu. Men Dennis Holm trekkir spakuliga síni úttalilsi í land aftur so hvørt mánaðirnir ganga, sum annars vóru politiskir glottar hjá reiðarum og sjómonnum at hóma.
Hví kunnu ávís reiðarí ikki fáa frið at virka innan fiskivinnu eins og stórar fyritøkur virka innan aðra vinnu? Bitcoin kongurin, ali-risarnir, tunnilsmeistarar, orkupumparar og tele-risar sleppa allir at virka í okkara landi hóast stórir og fáir í tali.
Eru reiðarar “óndari” enn hesi omanfyrinevndu? Eru teir nógv nógv ríkari enn hesir? Eru teir ein hóttan ímóti samfelagnum? Ella hava teir kanska bara búsett seg á skeivu bygdunum?
Spurningarnir eru nógvir, men tann sterki deymurin er nokk ikki til at taka feil av. Hesin eini svullurin er bólnaður spakuliga innanveggja hjá vinstravendu samgonguni, men nú kom hol á hann og deymurin spreiðir seg um alt samfelagið.
Vit kunnu tí nú diagnostisera sjúkuna, sum er orsøk til hendan svullin. Talan er um øvundsjúku.
Steffan Klein Poulsen, Løgtingsmaður fyri Miðflokkin