Tú lurtar eftir

Stjórnin Politikkur á skák’- Hvør dagur er merktur av ræðuleika

12.04.2023

– Hetta er kanska øgiliga symptomatiskt fyri Føroyar. Hetta er kanska størsta mál, um tað er deyðatøgn á tingi. Eingin av hinum flokkunum hevur eitt orð at siga um hetta álvarsmál. So bersøgin var Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, tá hann í dag setti munnligan fyrispurning til Aksel V. Johannesen, løgmann, um føroyskan politikk móti Russlandi. Orsøkin til orðini hjá Jenisi av Rana var, at nú hann setti fyrispurning til løgmann, var einki annað tingfólk, ið hevði hug at taka orðið. – Tað verður lagt meira merki til hetta úti í heiminum, enn vit geva okkum far um, segði Jenis av Rana og legði aftrat, at okkurt má henda í málinum. – Hetta ber ikki til. Hvør dagur er merktur av ræðuleika, segði Jenis av Rana. Jenis av Rana sóknaðist eftir at vita, um nakað bendi á, at landsstýrið fór at finna eina semju um ein føroyskan politikk mótvegis Russlandi og krígnum í Ukraina, og um hvat innihaldið í hesum politikki kundi hugsast at fara at vera. Eisini vildi Jenis av Rana hava at vita, nær hesin politikkur fer at vera klárur. Aksel V. Johannesen gjørdi greitt, at landsstýrið fordømir atgerðirnar hjá Russlandi “upp á tað harðasta” og vísti á, at arbeitt verður við at útgreina, hvørjar avleiðingar tær ymisku avgerðirnar, ið kunnu takast, fara at hava. Aksel V. Johannesen segði, at ivaleyst eru hann og Jenis av Rana samdir um málið, og at hetta møguliga er álvarsamasta mál í politisku skipanini í løtuni. Ætlanin er tí at hava okkurt klárt at lata í uttanlandsnevndina í hesum mánaðinum, soleiðis at til ber at arbeiða fram móti einum felags uttanríkispolitikki móti Russlandi. Jenis av Rana fanst eisini at avgerðini at endurnýggja fiskivinnusamstarvið við Russland, men til hesar atfinningar gjørdi Aksel V. Johannesen greitt, at eingi alternativ vóru fyrireikað, og at við atliti til føroysku fiskivinnuna var tí neyðugt at endurnýggja samstarvið. Løgmaður helt eisini, at tað var skeivt at halda, at aðrar avgerðir enn tær, ið Jenis av Rana metir vera tær røttu, ikki hava avleiðingar. – Vit eru samdir um at gera tað rætta. Men at gera tað lætta er heldur ikki uttan avleiðingar. Óansæð hvat vit gera, hevur tað avleiðingar, segði Aksel V. Johannesen, sum altso væntar at hava okkurt klárt til uttanlandsnevndina, áðrenn mánaðurin er liðin.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Stjórnin – Politikkur á skák (ljóð)

Hvat hoyrist á vatnrørunum? Royndu politikararnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen, Heðin Zachariasen eru fastir í panelinum hjá Árna Gregersen. Stjórnin – politikkur á skák verður send hvønn mikudag eftir tíðindini kl. 17.

Allar sendingar í røðini
Stjórnin – politikkur á skák nr. 93

Pensjónsaldurin, ruðuleikin í Ukraina, og Trump vóru evnini hjá Árna, Jóannes og Heðini í sendingini hesuferð….

27.05.2025
Stjórnin – Politikkur á skák nr. 92

Fullmannaða Stjórnin gjørdi í dag eftirmeting av orðaskiftinum um Suðuroyartunnilinum og viðgjørdu verandi stø…

21.05.2025
Stjórnin – Politikkur á skák nr. 91

Í dag hevur fullmannaða Stjórnin havt núverandi politisku støðuna og miðlastuðul til viðgerar.

14.05.2025
Stjórnin, Politikkur á skák nr. 90

Í dag var fullmannað toymið til Stjórnuna. Gaza kríggið, Suðuroyartunnilin og hækkan av pensiónsaldurinum, umf…

07.05.2025
Stjórnin nr. 89 – Suðuroyartunnilin

Jóannes Eidesgaard og Tórbjørn Jacobsen mannaðu panelið í Stjórnini í kvøld. Til viðgerðar var stórmálið: Suðu…

30.04.2025
Stjórnin – Politikkur á skák nr. 88

Árni Gregersen, Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariassen disuktera um føroyingar skulu framhaldandi hava umboð…

24.04.2025
Stjórnin – Politikkur á skák nr. 87

Vertur: Árni Gregersen. – Gestir: Jóannes Eidesgaard og Torbjørn Jacobsen

16.04.2025
Stjórnin

Framsókn – Haldføri – Trump – Fólkatingslimunir.

09.04.2025
Stjórnin

Manglandi haldføri – játtanarkarmar

02.04.2025
Stjórnin

Grønland, Trump, Fíggjarstýring í Føroyum.

26.03.2025
Stjórnin

A-Liði var samla í dag, við Árna Gregersen sum vert. Fríðarsamráðingar, stríði í miðeystri, broytingar í almen…

19.03.2025
Stjórnin

Val í Grønlandi og Trump

13.03.2025
Stjórnin nr. 82: Búskaparstøðan, íløgukarmarnir og komandi fiskimálaráðharrin hjá Tjóðveldi

Búskaparstøðan, íløgukarmarnir og komandi fiskimálaráðharrin hjá Tjóðveldi vóru umrødd í Stjórnini í dag. Jóan…

06.03.2025
Stjórnin

Evnir í dagssins sending: Dennis Holm gjørt brot á lógirnar. Mette F.

26.02.2025
Stjórnin

Vertur: Árni Gregersen, polittikari í studo: Jenis av Rana, miðflokkurin, Sólvit Emilsson Nolsø, framsøkn….

19.02.2025
Stjórnin

Vit og Trump

12.02.2025