Víkingur hevur gjørt fægst fríspørk av øllum í deildini, við 232. Tó hevur ársins miðvallari 2024, Geza David Turi, gjørt flest fríspørk av øllum leikarum í deildini, við 45.
Emil Weihe Joensen er leikarin, ið hevur fingið flest fríspørk av øllu, við 52, ið er 17% av øllum fríspørkum, ið EB-Streymur hevur fingið hetta kappingarárið.
ÍF fekk flest gul kort í kappingini (69), men ongin leikari úr ÍF, er í topp 3 í gulum kortum. Leikarin, ið fekk flest gul kort í ár, var Brian Jakobsen úr B68, við 10.
Tað vórðu dømd 32 brotsspørk í hesum kappingarárinum og meistaraliðið, Víkingur, fekk flest (8). ÍF var einasta liðið, ið ikki fekk nakað brotsspark. Áleyparanir, Olaf Bárðarson og Klæmint Olsen, vunnu 3 brotsspørk í part.
Víkingur var liðið, ið oftast beiv dømt fyri at vera í rangstøðu. Men tað var Marius Kryger Lindh, ið saman við Páll Klettsgarð, oftast vórðu dømdir fyri at vera í rangstøðu, við 27 hvør.
26 reyð kort vórðu givin í 2024 og ÍF fekk flest við 7. Bara tveir leikarar fingu meira tað eina reyða kortið. Hesir vóru Jákup Vilhelmsen og Mikkjal Hellisá, báðir úr EB/Streymi.
KÍ fekk nógv flest hornaspørk farna kappingarár, við 219. Hornasparks kongurin yvir teimum øllum, er Árni Fredriksberg og hann tók ikki færri enn 196.