, ,

Hvør kann? Oliver Kahn

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tann 15. juni 1969 varð úrmælingurin hjá Bayern München og besti leikarin undir HM 2002, Oliver Kahn, føddur í Karlsruhe í Vesturtýsklandi. Hann verður av mongum mettur at vera besti málverji í fótbóltssøguni.

Kahn byrjaði yrkisleiðina í 1987 við felagnum í heimstaðnum, Karlsruher SC, har hann byrjaði sum ungdómsleikari í 1975. Í 1994 skifti hann til Bayern München fyri €2.385.000 – sum eisini var eitt met fyri ein málmann – og spældi har restina av fótbóltslívsleiðini.

Í 1996 vann hann fyrsta steypið í UEFA Cuppini og sama summar var hann við til at vinna EM 1996. Síðani kundi hann leggja átta týsk mesitaraheiti afturat (1997, 1999, 2000, 2001, 2003, 2005, 2006 og 2008), seks týskar steypasigrar (1998, 2000, 2003, 2005, 2006 og 2008), UEFA Champions League steypið (2001) og Intercontinental Cup (eisini 2001).

Kahn varð kosin besti europeiski málverjin í 1999, 2000, 2001 og 2002. Ársins leikari í Týsklandi í 2000 og 2001. Besti málverjin í Bundesliguni í 1994, 1997, 1998, 1999, 2000, 2001 og 2002 umframt at vera kosin besti leikari í UEFA Champions League finaluni í 2001

Undir HM 2002 var Kahn liðskipari hjá Týsklandi, helt málið reint í 5 dystir og lat bara eitt mál inn á vegnum til HM-finaluna. Hóast Týskland tapti 0-2 fyri Brazil, so gjørdist Kahn fyrsti málverjin í søguni, sum varð kosin besti spælari í einum endaspæli.

Oliver Kahn steðgaði á landsliðnum í 2006 og síðani hjá Bayern München í 2008.