Í ár verður KÍ í steypafinaluni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hóast KÍ seinnu árini hevur verið besta liðið í Føroyum, hevur úrtøkan í steypakappingini ikki verið eins góð. KÍ hevur ikki vunnið Løgmanssteypið síðan 2016, og bert verið einaferð í finaluni síða. Tað var, tá ið teir taptu fyri Víkingi í 2022.

Men nú bendir alt á, at KÍ hevur tryggjað sær eitt sera gott útgangsstøði eftir fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Við einum sannførandi 4-0 sigri á heimavølli, skal okkurt heilt løgið henda, um KÍ ikki verður annað liðið í steypafinaluni.

Patrik Johannesen var í serflokki og skoraði hattrikk við málum í 24.-, 25.- og 65. minutti. Jóannes Kalsø Danielsen økti til 3-0 beint eftir steðgin, tá ið hann tryggjaði fekk eitt gott upplegg frá Árna Frederiksberg, sum legði upp til trý mál.

AB stríddist væl, men KÍ tók yvir frá byrjan og avgjørdi dystin longu í fyrra hálvleiki. Seinna hálvfinalan verður á Argjum 17. juni, men úrslitið í Klaksvík ger tað mest sum greitt, at KÍ verður annað liðið í steypafinaluni.

Í kvøld klokkan 18.30 spæla B68 og Víkingur fyrru hálvfinaluna sínamillum fyri at avgera, hvør verður hitt liðið í finaluni.

Seinnu hálvfinalurnar verða spældar 17. juni. Finalan verður 31. oktobur á Tórsvølli.