Í dag er kommunuval

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í dag er kommunuval í Føroyum. Valhølini lata upp klokkan 10.00 í morgun og lata aftur klokkan 8.00 í kvøld. 40.130 fólk hava valrætt. Tað eru 1083 fleiri enn fyri fýra árum síðan

Kommunustýri skal veljast í 29 kommunum, og tilsamans bjóða 556 valevni seg fram til teir 201 sessirnar í býráðum og bygdaráðum um landi.

Talið av kommunum er tað sama sum seinasta kommunuval í 2020. Í Tórshavnar Kommunu er kortini eitt nýtt valstað í Hoyvík, sum ikki hevur havt egnan valstað í mong ár.

3000 fólk hava valrætt í Hoyvík, og er Hoyvík triðjstørsta valstaðið í landinum eftir Tórshavn og Klaksvík.

Tal av býráðslimum í teimum 29 kommununum

KommunaKommunustýrislimir
Tórshavnar kommuna13
Klaksvíkar kommuna11
Runavíkar kommuna11
Vága kommuna11
Sunda kommuna11
Eysturkommuna9
Fuglafjarðar kommuna9
Vágs kommuna9
Tvøroyrar kommuna7
Nes kommuna7
Vestmanna kommuna7
Sørvágs kommuna7
Sjóvar kommuna7
Eiðis kommuna7
Hvalbiar kommuna7
Kvívíkar kommuna7
Sands kommuna7
Skopunar5
Hvannasunds5
Sumbiar5
Viðareiðis5
Porkeris5
Kunoyar5
Skálavíkar5
Húsavíkar5
Hovs5
Fámjins3
Skúvoyar3
Fugloyar3
Í alt 201
Kelda: Løgmálaráðið