, ,

Í dag er Landskrona-dagur

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

12. september í 1990.

Hesin dagur fer altíð at standa sum ein varði í føroyskari fótbóltssøgu.

Nú, tá tað ikki hevur gingið so væl við føroyska landsliðnum seinastu tíðina, so er tað altíð gott at verða mint á, hvar tað heila byrjaði.

Hendan dagin fyri júst 33 árum síðan spældi fótbóltslandsliðið við monnum sín fyrsta altjóða skrásetta landsdyst í einari EM- ella HM-undankapping.

Mótstøðuliðið var Eysturríki, sum fyrr hetta summarið hevði tikið lut í HM-endaspælinum í Italia. Gamaní komu eysturríkarar ikki víðari úr innleiðandi bólkaspælinum, har teir vóru í bólki saman við Italia, Kekkoslovakia og USA. Men talan var um eitt sterkt lið, og av fleiri var tað mett sum ørskapur, at Føroyar bjóðaðu so stórum fótbóltstjóðum av.

Men nú vendist ikki aftur. Klokkan seks um kvøldið mikudagin tann 12. september 1990 stóðu Toni Polster og Gerhard Rodax, ið vóru sáttmálabundnir við stórfeløg í Spania, og aðrir fulltíðar yrkisleikarar, hinumegin miðlinjuna – til reiðar at vinna stórt á føroysku amatørunum.

Í Føroyum var støðan ein heilt onnur – streymslit, og fyrstu løtuna visti eingin, hvussu leikur fór á Landskrona Idrottsplats í Svøríki. Men tá eitt gott korter var spælt, kom streymurin aftur, og myndin kom á flestu sjónvarpsskíggjarnar, ið um hetta mundi vóru kring landið.

Og restin, sum tey siga, er søga, ein sólskinssøga fyri Føroyar og føroyskan fótbólt. Føroyska landsliðið vann 1-0 við máli, ið Torkil Nielsen úr Sandavági, sum frásøgumaðurin, Árni Gregersen, fær sligið fast, skoraði í 61. minutti, og tiltikna húgvan hjá Jens Martini Knudsen bleiv heimskend.

Ikki bara heima á klettunum varð nógv tosað um sigurin á Eysturríki, men hetta úrslitið gekk sum eitt snarljós kring allan heimin, og verður enn tann dag í dag mett sum ein tann størsta sensatiónin í altjóða fótbólti.

Her eru nakrar myndir frá dystinum:
Sum upphiting til Bókadagar 2023 og í sambandi við íslendska móðurmálsdagin, vitjar Jón Kalman Stefánsson í Norðurlandahúsinum 16. november, kl. 17. Tiltakið er ókeypis
Almanna- og mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um stuðul til yrkisleiklist fyri 2024
Leygardagin 28. oktober klokkan 17 spælir Harmoniorkestrið GHM heystkonsert í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla
Bjarni Restorff, sum var við til at stovna Tórshavnar Manskór og hevur stjórnað kórinum á óteljandi framførslum síðani, varð leygarkvøldið heiðraður fyri drúgvt og slóðbrótandi íkast til tónleika- og mentanarlívið í Havn
Myndlist verður til tónleik á konsertini við blinda kontrabassleikaranum, Richard Andersson, sum verður í Norðurlandahúsinum, 29. oktober, klokkan 15

Allur Landskrona-hópurin. Aftasta rað f.v.: Abraham Løkin (fyrr Hansen), Kurt Mørkøre, Allan Mørkøre, Tummas Eli Hansen, Torkil Nielsen og Mikkjal Danielsen. Miðrað f.v.: Jákup Simonsen, liðleiðari, Bjarni Joensen, liðleiðari, Poul Enok Hansen, Jens Martin Knudsen, Kaj Leo Holm Johannesen, Kári Reynheim og Páll Guðlaugsson, venjari. Fremst f.v.: Jan C. Dam, Julian Hansen, Gunnar Mohr, Jóannes Jakobsen, Jens Erik Rasmussen og Magni Jarnskor