– Okkara partur skal ikki liggja eftir! Soleiðis skrivar streymnesmaðurin Eystein Zachariasen í Hondbóltskjak á Facebook.
Hann og vinmaðurin Sonni Knudsen av Glyvrum vóru í gjár til handils í Basel fyri at keypa trummur at trumma við, tá ið føroysku viðhaldsfólkini fara at koyra á okkara hondbóltskvinnur í EM-dystinum móti Kroatia, sum byrjar klokkan 14.30 seinnapartin í Basel í Sveis.
Í fyrsta dystinum móti Sveis gjørdu føroysku áskoðararnir alt fyri at díkja á hondbóltskvinnurnar. Men tíverri, so vóru føroysku áskoðararnir køvdir av trummuljóði frá nøkrum sveisiskum smádreingjum. Nú gera teir báðir vinmenninir nakað við hetta, og Eystein Zachariasen sigur soleiðis:
– Síðan farna dyst hava røddir verið frammi um, at føroysku áskoðararnir manglaðu trummir. Vit kunnu ikki skora málini, bjarga ella blokera skotunum frá mótstøðuliðunum, men okkara partur skal ikki liggja eftir. Sonni hevur verið inni á Google Maps og leitað where to buy drums near me. Hetta endaði við einum gongutúri á 20 minuttir, og vit náddu fram tveir minuttir áðrenn handilin stongdi.
– Hetta gav úrslit, og nú eru tvær trummir klárar til í morgin.