Á midnátt kom kunngerðin um avmarkandi tiltøk móti Russlandi í gildi, sum hevur við sær havnastongsul fyri fleiri russisk skip.
Frameftir verða tað bert tey fiskiskipini, sum fiska sambært fiskiveiðuavtaluni millum Russland og Føroyar, ið sleppa í føroyskar havnir at umskipa ella landa.
Sambært kunngerðini eru tað eisini bert hesi skipini, sum kunnu fáa tænastur í føroyskum havnum. Í kunngerðini verður tó ásett, at sáttmálar um veitingar og tøkniligan stuðul til russisk fiskiskip, sum eru gjørdir áðrenn 7. Juli, kunnu fremjast fram til 7. Oktober í ár, tá forboðini fáa fullan virknað.