

Í seinna hálvleiki vísti Víkingur hvat teir duga
13.06.2026Víkingur var aftanfyri 0-1 móti 07 Vestur í steðginum í dystinum á Dungasandi, men í seinna hálvleiki vendu teir dystinum, og løgdu seg á odda 3-1 áðrenn 07 Vestur minkaði um munin til endaliga úrslitið 3-2 til Víking. Triði málskjúttin hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar heldur, at í seinna hálvleiki vísti Víkingur hvat teir duga. Hann viðgongur tó, at serliga í fyrra hálvleiki var talan um ein tungan dyst móti einum liði við nýggjum venjara, og harvið tiltiknu venjaraeffektini.










