ÍF hevur sett nýggjan venjara til besta mansliðið, sum skal spæla í 1. deild í næsta ár. Talan er u 34 ára gamla Kristoffer Kvistgaard, sum í ár var hjálparvenjari KÍ. Partarnir hava gjørt ein tvey ára sáttmála.
Kristoffer Kvistgaard hevur áður verið høvuðsungdómsvenjari hjá MB, høvuðsvenjari hjá KÍ kvinnum og hesa seinastu tíðina hjálparvenjari hjá Esben Hauge fyri besta mansliði hjá KÍ.
Sambært heimasíðuni hjá ÍF, lýsir Kristoffer Kvistgaard seg at hava styrkir innan taktiska fatan og evni til at tillaga strategi og spælistíl útfrá dystargongdum. Hann hevur fokus á einstaklingamenning og gongur høgt uppí at røkja førleikar hjá evnaríkum leikarum. Harumframt leggur hann dent á at skapa eitt jaligt og eggjandi umhvørvi liðnum og toyminum at frama.