Ikki aldur at koyra prutl

Skrivað

Heidi Lindenskov Róadóttir

Dagfesting

Løgreglan gjørdi ígjár eitt ferðsluátak í Klaksvík, og vóru tríggjar sakir skrivaðar í hesum sambandi. Ein ungur persónur var fyri at koyra prutl, uttan at hava aldur til tess. Í hesum før fær førarin eina bót og eigarin av prutlinum eina bót fyri at lata persóni uttan koyrikort, at koyra akfari.

Eisini var ein bilførari tikin fyri at koyra við fartelefon í hondini, hetta gav honum eitt klipp í koyrikortið.

– Tað er ikki ókent at í Klaksvík kemur tað ofta fyri at boða verður frá larmi og ónáðum seint um kvøldarnar og náttina, orsaka av prutli og knallertum, sigur vakthavandi á politistøðini.

Ein persónur var eisini tikin fyri rúsdrekkakoyring í nátt í høvuðstaðarøkinum. Íbýarlívinum fekk ein maður bót fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar. Maðurin var illur í sær, ólátaður og til ampa fyri onnur fólk.

– Hóast nógv fólk vóru í býnum í nátt, var gott skil í annars, boðar vakthavandi á politistøðini frá.