Ikki pláss fyri einum túri afturat til Nólsoyar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tað er ikki pláss fyri einum túri afturat til Nólsoyar. Tað sigur landsstýrismaðurin í svari til løgtingsmannin Karlot Hergersson, løgtingsmann hjá Framsókn, sum setti Jóhan Christiansen, landsstýrismanni sprurning um ein nýggjan túr til Nólsoyar við Strandferðsluni.

Í svarinum vísir landsstýrismaðurin á, at í dag eru 42 dupultir túrar um vikuna í ferðaætlanini fyri sigling til Nólsoyar. Sum Strandferðslan hevur skilt, er ynski frá nólsoyingum serliga at fáa ein túr afturat gerandiskvøld klokkan 20.00 av Havnini.

– Strandferðslan hevur gjørt greiningar av siglingini í mun til verandi ferðaætlan og í mun til eina møguliga broytta ferðaætlan. Greiningarnar hava samanumtikið snúð seg um ásetingarnar, sum øll sigling hjá ferðafólkaskipunum hjá Strandferðsluni skulu lúka; tað vil siga ásetingar um hvílitíð, arbeiðstíð og trygd, sigur landsstýrismaðurin.

– Niðurstøðan av hesum greiningunum er, at tað tíverri ikki ber til við verandi ferðaætlan at leggja ein túr inn klokkan 20.00, sigur hann.

– Ein leistur kundi tó møguliga verið, at onkrir túrar í verandi ferðaætlan verða fluttir, so arbeiðsætlan og hvílitíð lúka galdandi ásetingar. Hetta krevur tó eitt neyvt samskifti við nólsoyingar, so broytingarnar ikki elva til aðrar avbjóðingar fyri tey, sum ferðast á leiðini, sigur hann.

Strandferðslan fer í næstum at biðja um fund við staðbundnu nevndina í Nólsoy fyri at umrøða hesi viðurskifti nærri, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, í svarinum til Karlot Hergeirsson.