Fólk ið varða av heimaflotanum finnast hvassliga at skerjingum í fiskidøgum, har føroyskir myndugleikar tykjast heilt at hava slept tí umsitingarætlan sum semja annars varð gjørd um millum vinnuna og ta politisku skipanina.
Í seinastuni hava línumenn varnast at stór norsk línuskip, við umleið dupult so stórari veiðiorku sum tey føroysku, varðveita sína 4.000 tons kvotu av botnfiski undir Føroyum, samstundis sum føroysk línuskip og trolbátar missa 10 prosent av sínum fiskidøgum.
Niðurskurðurin í fiskidøgum er í stríð við umsitingarætlanina, sum nevniliga ásetti at broytingar upp ella niður í fiskidøgum skulu ongantíð vera meira enn 5 prosent um árið. Hetta hendir aftaná ein niðurskurð í fiskidøgunum upp á heili 20 prosent í fjør.
“Landsstýrið tykist heilt at skúgva til viks umsitingarætlanina,” viðmerkti formaðurin í felagnum Línuskip, Hálvdan Gudmundsen.
“Í 2023 blivu vit drigin upp á tráð við einari sonevndari bjargingarætlan fyri toskin í 2024, har vit fingu eina skerjing upp á ein heilan fimting av fiskidøgunum, við støði í at hendan skuldi endurskoðast í mars-apríl í fjør,” segði Hálvdan Gudmundsen.
“Men alt árið gekk og eingin fundur við umsitingarbólkin varð kallaður saman. Beint fyri árslok var so tíð at tosa um fiskidagarnar fyri í ár, men har sótu vit í umsitingarbólkinum sum rukkur og máttu bara hoyra hvat ið Landsstýrið saman við Havstovuni longu høvdu tikið avgerð um. Og har skóru teir aftur 10 prosent av døgunum, í stríð við umsitingarætlanina. Hetta er sera hugstoytt og frustrerandi. Nógv orka varð løgd í at fáa eina semju um hesa umsitingarætlan, sum nú tykist heilt at vera skrottað.”
Samstundis undrast formaðurin í felagnum Trolbátar, Bjarni í Skálum, yvir skerjingarnar ið føroyingar leggja á heimaflotan. “Í 2023 ráddi ICES til at fiska 11.853 tons av hýsu, men ásetingarnar frá Fiskimálaráðnum gjørdu at bert 6.507 tons vórðu fiskað,” staðfesti Bjarni í Skálum í einum almennum skrivi.
“Í 2024 var ICES tilmælið 12.145 tons, men bert 5.300 tons vórðu fiskað orsakað av nýggjum avmarkingum. Hendan misrøkt hevur kostað føroyska samfelagnum eitt mist søluvirði á millum 600 og 700 milliónir krónur fyri hýsu yvir fimm ár. Líkandi støða er við upsa, har føroyingar hava fiskað millum 75.000 og 80.000 tons ov lítið. Tað svarar eisini til ein mangul upp á umleið 600 til 700 milliónir krónur í føroyska samfelagnum.”
“Høvuðsorsøkin til hendan ruðuleikan,” legði formaðurin í Trolbátum afturat, “er at toskur hevur fingið ein altavgerandi leiklut í umsitingini av botnfiskaskapinum undir Føroyum. Tað hevur við sær at ov lítið verður fiskað av øllum øðrum fiskasløgum. Føroyska fiskivinnan saknar eina skilagóða stýring ið tryggjar eina burðardygga gagnnýtslu av okkara tilfeingi.”
Kapitul fimm, grein18, í Sjófeingislógini sigur millum annað: “Tá landsstýrismaðurin ásetir fiskidagatalið í kunngerð, skal hetta gerast eftir eini umsitingarætlan og veiðireglu, sum seta meginreglur um burðardygga stovnsrøkt og fyrisitingarligar mannagongdir um ráðgeving og tílíkt.”
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Dennis Holm, til eina viðmerking áðrenn hendan grein varð løgd út.