Í tíðindaskrivi sigur Felagið Trolbátar, at Fiskimálaráðið og Havstovan hava valt at ganga ímóti tilmælunum frá altjóða ráðgevingarstovninum ICES, tá tað kemur til umsiting av fiskiskapinum undir Føroyum. Umsitingarætlanin, sum hevur verið í gildi í fimm ár, hevur víst seg at vera óeffektiv og hevur kostað føroyska samfelagnum stór virði, sigur Felagið Trolbátar.
Ístaðin fyri at fylgja ICES tilmælunum um at økja veiðuna eftir hýsu og upsa, hava Fiskimálaráðið og Havstovan valt at fremja eina bjargingarætlan fyri tosk, sum hevur havt stórar avmarkingar og niðurskurðir, ið hava ávirkað fiskivinnuna skeivan vegin. Í fleiri førum hava føroysku myndugleikarnir skert fiskiskapin meira enn ICES tilmælir.
Í 2023 ráddi ICES til at fiska 11.853 tons av hýsu, men ásetingarnar frá Fiskimálaráðnum gjørdu, at bert 6.507 tons vórðu fiskað. Í 2024 var ICES tilmælið 12.145 tons, men bert 5.300 tons vórðu fiskað orsaka av nýggjum avmarkingum.
Felagið Trolbátar sigur at hendan misrøkt hevur kostað føroyska samfelagnum eitt mist søluvirði á millum 600- og 700 milliónir krónur fyri hýsu yvir fimm ár. Líkandi støða er við upsa, har føroyingar hava fiskað millum 75.000- og 80.000 tons ov lítið. Tað svarar eisini til ein mangul upp á umleið 600- til 700 milliónir krónur í føroyska samfelagnum.
Høvuðsorsøkin til hendan ruðuleikan er, at toskur hevur fingið ein altavgerandi leiklut í umsitingini av botnfiskaskapinum undir Føroyum. Tað hevur við sær, at ov lítið verður fiskað av øllum øðrum fiskasløgum. Føroyska fiskivinnan saknar eina skilagóða stýring, ið tryggjar eina burðardygga gagnnýtslu av okkara tilfeingi, sigur Felagið Trolbátar.
Løgtingið hevur evstu ábyrgd av umsitingarætlanini og teimum mistu virðunum, men politikararnir tykjast mangla førleika til at seta seg inn í støðuna. Ístaðin fyri at fokusera á sparing á vælferðarsíðuni, áttu teir at arbeiða fyri at økt inntøkurnar og tryggja, at alt lívfrøðiliga burðardygt tilfeingi kemur til lands.
Felagið Trolbátar heitir á Fiskimálaráðið og Havstovuna um at endurskoða síni tilmæli og fylgja ICES tilmælum fyri at tryggja eina betri framtíð fyri føroyska fiskivinnuna.