,

Ingilín hongur í klønum tráð

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, kann missa sín sess í landsstýrinum fyri at hava brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Hetta tykist greitt aftaná at ein samd Landsstýrismálanevnd er komin fram til ta fyribils niðurstøðu at landsstýriskvinnan hevur talað ósatt fyri Løgtinginum.

Málið tók seg upp sum úrslit av klagu til Landsstýrismálanevndina um landstýriskvinnuna frá tingmanninum Jacob Vestergaard.

Sambært Kringvarpið metir ein samd landsstýrismálanevnd at Ingilín D. Strøm hevur sagt ósatt fyri løgtinginum, og harvið brotið grein 5 í lógini um ábyrgd landssýrismanna.

Lógin um ábyrgd landsstýrismanna ásetir m.a. at eitt landsstýrisfólk hevur skyldu at siga satt fyri løgtinginum og skal ikki fjala upplýsingar.

“Eg havi ongar ábendingar um at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum hjá Búðstøðum,” segði landsstýriskvinnan á tingfundi í mai, hetta hóast løgtingsgrannskoðarar vóru ivasamir um støðuna hjá Bústøðum. Ein teirra, Jacob Vestergaard, kærdi síðan landsstýriskvinnuna til landsstýrismálanevndina fyri at hava sagt ósatt í tinginum.

“Eg móttók í gjár fyribils niðurstøðurnar hjá Landsstýrismálanevndini, sum fyrisitingin í Løgtinginum hevur gjørt í sambandi við klaguna hjá Jacobi Vestergaard,” segði Ingilin D. Strøm í skrivligari viðmerking til Dag og Viku.

“Eg havi fingið tvær vikur at gera mínar viðmerkingar, og eg haldi tað ikki vera rætt at úttala meg um málið alment, fyrr enn eg havi havt høvi at viðgjørt og sent landsstýrismálanevndini mínar viðmerkingar, og fyrr enn nevndin hevur gjørt endaliga niðurstøðu.”

Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini, segði sambært KVF at hann hevur játtað at leingja svarfreistina eftir ynski frá landsstýriskvinnuni.