Ingilín Strøm, landsstýrskvinna, boði í dag frá, at hon leggur frá sær.
Løgtingið hevur tað mesta av degnum viðgjørt eitt misálitisuppskot á Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu.
Andstøðan tók undir við uppskotinum, men tað var ikki fyrr enn seinnapartin, at tað stóð greitt, at samgongutinglimirnir úr Tjóðveldi, Erling Ejdesgaard og Liljan Weihe, eisini fóru at taka undir við uppskotinum.
Tá ið tað stóð greitt valdi landsstýriskvinnan at leggja frá sær. Tað gjørdi hon frá tingsins røðarapalli.
Júst nú er nógv fundarvirksemi.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði í tíðindunum á FM1, at hann væntar at samgongan kann halda fram, men fyrst skal tíð ganga, til fólk eru kølnað nakað aftur.