Fríggjamorgunin fekk løgreglan fráboðan um, at innbrot hevði verið í Føroya Bjór í Leirvík.
Tað vóru starvsfólkini á Føroya Bjór, sum varnaðist, at onkur hevur hevði brotið inn í Føroya Bjór, eftir at tey vóru farin til hús hósdagin.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at innbrotstjóvurin hevur tikið seg inn gjøgnum eitt brotið vindeyga, og at hann var farin avstað við øli.
Men tjóvurin hevði skorið seg, ivaleyst av brotna vindeyganum, og hann hevði eisini av somu orsøk latið eftir sær eina slóð, og løgreglan fann sama dag eisini fram til innbrotstjóvin.
Løgreglan fekk tryggjað sær fingramerki av innbrotstjóvinum frá blóðinum, men hetta skuldi vísa seg ikki at vera neyðugt, tí innbrotstjóvurin játtaði seg sekan, tá løgreglan fann fram til hansara.