Innskrivið støð í Føroyum sum UNESCO-støð

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyska UNESCO-nevndin mælir Landsstýrinum til at arbeiða fyri, at Føroyar fáa eina innskriving sum heimsarv, Geopark ella Man and biospheruøki hjá UNESCO. Hetta fyri at tryggja menning og varðveiting av náttúru og mentanararvi í Føroyum. Tað skrivar Almanna- og Mentamálaráðið á heimasíðu síni.

Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum og formaður í føroysku UNESCO-nevndini, nevnir, at í Norðurlondum eru fleiri enn 70 støð, ið eru innskrivað sum UNESCO-heimsarvur, -geoparkir ella -biosferuøki.

UNESCO-støðini hjálpa við at varðveita og økja vitanina um mentanar- og náttúruvirði, um jarðfrøði, plantuvøkstur og djóralív, og virka sum drívmegi í staðbundnari vinnumenning, t.d. í burðardyggum landbúnaði og ferðavinnu.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, heldur, at tað er upp á tíðina at seta hetta virðismikla arbeiði í verk og ætlar at taka málið upp í landsstýrinum.

Kring heimin eru 1.223 heimsarvsstøð, 213 geoparkir og 759 biosferuøki. Hesi støð hava stórt náttúru- og mentanarligt virði, og endamálið við innskrivingini er at verja og varðveita tey fyri komandi ættarlið.

Dømi um heimsarv eru Thingvellir í Íslandi, Kronborg í Danmark og pyramidirnar í Giza. Geoparkir leggja dent á jarðfrøðilig virði og burðardygga menning innan ferðavinnu, eitt nú í Hetlandi, á Azorunum og á Reykjanesi í Íslandi. Biosferuøki virka fyri javnvág millum náttúruvernd og burðardyggari menning, sum Møns Klint í Danmark og Nordhordland í Noregi. Snæfellsnes í Íslandi hevur eisini søkt um at gerast biosferuøki fyrr í ár.