UEFA Champions League, seinna hálvfinala
Inter – Barcelona 3-3 (2-0) (Eftir longda leiktíð 4-3) (Samlað 7-6)
Inter er í finaluni í Champions League eftir enn eina framúr góða hálvfinalu móti Barcelona.
Eins og í fyrru hálvfinaluni spældu liðini eisini 3-3 í seinnu hálvfinaluni. Í umdystinum skoraði Davide Frattesi fyri Inter, og Barcelona megnaði ikki at svara aftur.
Barcelona hevði bóltin mest frá byrjan, men tað vóru Lautaro Martínez og Hakan Çalhanoglu løgdu Inter fram um 2-0, og tað var eisini støðan í hálvleikinum.
Í seinna hálvleiki kom Barcelona aftur. Eric García og Dani Olmo javnaðu, og leikararnir hjá Inter sóu alsamt troyttari út.
Tá ið bert tríggir minuttir vóru eftir legði Raphina Barcelona fram um, og alt tyktist avgjørt. Men langt inni í longdu leiktíðini javnaði Francesco Acerbi fyri Inter. So var umdystur, 2 ferðir 15 minuttir, og tá vann Inter.
Í annaðkvøld spæla Paris Saint-Germain og Arsenal seinna dystin í hinfari hálvfinaluni í París. Har vann PSG fyrra dystin í London 1-0,.