Ársins íverkseti í fjør spílar seg út á danska marknaðinum, og seinasta er, at Intra hevur keypt danska felagið Intras, sum eins og Intra, selir intraloysnir til fyritøkur.
– Intra selir intranetloysnir, sum eru málrættaðar til klinikkir – serliga læknaklinikkir, men eisini tannlæknar og fysioterapeutar, og í løtuni hava vit umleið 300 danskar klinikkir sum kundar, sigur Reimund Langgaard.
Herfyri gjørdi Intra eisini avtalu við CompuGroup Medical, stytt CGM, um at Intra selir sínar IT-loysnir til læknar og fysioterapeutar í Danmark.
– Vit hava eisini gjørt eina avtalu við Nasure, sum rekur EDI Portalen, um at tey hjálpa okkum at selja til tannlæknaklinikkirnar. Hetta er ein framúr góð avtala, tí allar danskar tannlækna klinikkir eru kundar hjá EDI Portalinum, sigur Reimund.
Tað var fyrr í ár, at tað varð kunngjørt, at ársins íverkseti í 2023 er kt-fyritøkan Intra, ið hevur sítt høvuðssæti í Saltangará. Hetta var á ársins Íverksetaradegi í Fuglafirði, sum Íverksetarahúsið í Klaksvík skipaði fyri.
– Tað hevur nógv at siga fyri okkum at fáa hesa viðurkenning. Tað er fyrst og fremst ein viðurkenning av fyritøkuni, men tað er eisini ein viðurkenning av okkara vøru. Hetta gevur okkum stórt marknaðarvirði at koma longur út. Tað gevur okkum eisini eyka orku, at tað ikki bert eru vit, ið trúgva upp á okkara vøru, men at tað eisini eru onnur, sum trúgvu upp á okkum, sigur Reimund Langgaard í samrøðu við Vinnulívið.
Málið hjá Intra er at vaksa í Norðurlondum komandi trý árini, har bæði kundatal og starvsfólkatal skal vaksa javnt og fast.
– Vit satsa upp á at hava 1.000 kundar við 100.000 brúkarum innanfyri trý ár, og tað merkir, at vit skulu trífalda okkara kundamassa upp á trý ár. Eisini skal eitt starvsfólk leggjast afturat fyritøkuni fyri hvørt ár, og við verandi vøkstri, so trúgva vit fult og fast upp á tað. Tað eru sera spennandi tíðir fyri framman hjá Intra – og harvið eisini fyri føroyska kt-útflutningin, sigur Reimund Langgaard.