Tú lurtar eftir

Intra-beiggjarnir: – Vit hava nokkso torført við at fáa armarnar niður í løtuni

05.06.2024

– Vit hava fokus á danska marknaðin í eitt hálvt til eitt ár afturat, og fara so at hyggja eftir øðrum marknaðum. Tað hevur gingið væl, so beint nú er tað ringt at fáa armarnar niður, men vit arbeiða málrættað víðari at koma longur út við okkara vøru. Tað sigur Jaspur Langaard, sum saman við bróðrinum, Reimundi, eiga meginpartin av fyritøkuni Intra, sum spílar seg út á danska marknaðinum. Kt-fyritøkan, sum hevur sín heimstað í Saltangará í Føroyum og eisini kontór í Danmark, hevur fingið eitt gott fótafesti á marknaðin í Føroyum og Grønlandi, og keypir seg alsamt meira inn á danska marknaðin – við Framtaki í rygginum. Intra hevur keypt danska navnafelagið, freistast ein at siga, Intras, og fer málrættað eftir klinikkum í Danmark, og í vikuni frættist, at Intra hevði gjørt avtalu við CompuGroup Medical í Danmark, stytt CGM, um at Intra selir sínar kt-loysnir til læknar og fysioterapeutar í Danmark. – Nú hava vit eisini gjørt eina avtalu við Nasure, sum rekur EDI Portalen, um at tey hjálpa okkum at selja til tannlæknaklinikkirnar. Hetta er ein framúr góð avtala, tí allar danskar tannlækna klinikkir eru kundar hjá EDI Portalinum, sigur Reimund Langgaard. Tað var fyrr í ár, at tað varð kunngjørt, at Intra varð “Ársins Íverkseti” í 2023 er kt-fyritøkan Intra, ið hevur sítt høvuðssæti í Saltangará. Hetta var á ársins Íverksetaradegi í Fuglafirði, sum Íverksetarahúsið í Klaksvík skipaði fyri.  – Tað hevur nógv at siga fyri okkum at fáa hesa viðurkenning. Tað er fyrst og fremst ein viðurkenning av fyritøkuni, men tað er eisini ein viðurkenning av okkara vøru. Hetta gevur okkum stórt marknaðarvirði at koma longur út. Tað gevur okkum eisini eyka orku, at tað ikki bert eru vit, ið trúgva upp á okkara vøru, men at tað eisini eru onnur, sum trúgvu upp á okkum, sigur Reimund Langgaard, sum saman við bróðrinum, Jaspuri, eru stjórar og eiga meginpartin av fyritøkuni. Hoyr samrøðu við Langgaard-brøðurnar í sendingini “Á Sýnini” her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Á Synini (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Heini Hátún: Gongst sum ætlað so letur nýggja sjósavnið upp í 2028

Á heysti í fjør frættist, at fyrireikingar til at byggja nýtt sjósavn á Argjum vóru byrjaðar. Sjósavnið skal b…

03.07.2024
Á Sýnini – Gestir hesaferð eru Gunnar Nielsen, stjóri hjá Effo, Ingilín Strøm og Heini Hátún.

Gunnar Nielsen, stjóri Effo Tosa var um Eysturlund-ætlanina og vita hvussu langt hon er komin. Gunnar Nielsen …

03.07.2024
Bjørn hevur fingið heiður fyri “dirvi í bardaga”

Tað eru 853 dagar síðan, at Russland tann 24. februar í 2022 gjørdi innrás í Ukraina. Bjørn Kallsoy, sum hevur…

27.06.2024
Á Sýnini nr 8: Øll sendingin við Kára Johansen og Dan Brimsvík

Øll sendingin við Kára Johansen og Dan Brimsvík Kári Johansen Samrøðan við Kára Johansen

26.06.2024
Á Sýnini nr 7 – Gestir hesaferð: Jóhannes Jensen frá Gist & Vist, Bergur Djurhuus Hansen, dekanur og Solby, oyggjaleika samkipari

Gestir: Jóhannes Jensen Gist & Vist Bergur Djurhuus Hansen Dekanur Solby Christiansdóttir Oyggjaleika sams…

20.06.2024
Á Sýnuni

Øll sendingin 5G farneti Hopp EL-Rennufjøl Fólkatalið, fráflyting og tilflyting

12.06.2024
Á Sýnini: Nýggjur formaður í búðskaparáðnum

Johnny í Grótinum

05.06.2024
Kunnaðu um útbúgvingar á Glasi

Skúlaárið 2024-2025 verður slóðbrótandi fyri Hægri Nám á Glasi, tí tá fer skúlin eisni at bjóða út professións…

30.05.2024
Á Sýnuni nr 4
29.05.2024
Á Sýnuni – Samrøða við Bjarna Nattestad løgreglumann um píkadekk nú 15. mai er í hondum

Píkadekkini skulu av í dag, 15. mai. Í sendingini Á Sýnuni skifti Árni Gregersen orð við Bjarna Nattestad, løg…

15.05.2024
Á Sýnini – nýggj sending á FM1.

Tríggir gestir vitjaðu "Á Sýnini" í dag, sum er nýggj sending á FM1. Tríggir gestir vitjaðu "Á Sýnini" í dag, …

08.05.2024
Dekanur: Vit hava nógvar longri og miðallangar útbúgvingar í Føroyum

Hetta er tíðin, tá ungdómar skulu avgera, hvørt tey vilja fara á miðnám ella aðrar leiðir, og so eru tað eisin…

08.05.2024
Norðurlendsk skótaráðstevna í Føroyum um vikuskifti

Føroya Skótaráð hevur síðan 2022 havt formansskapin fyri norðurlendska skótasamstarvinum, og nú formansskapuri…

08.05.2024