Leygardagin vann Ísak D. Brisenfeldt úr Havnar Svimjifelag norðurlendska meistaraheitið í 200 metra firvaldasvimjing á norðurlendsku svimjimeistarastevnuni í Vejle í Danmark.
14 føroyskir svimjarar svumu um norðurlendsku meistaraheitini (NM) og norðurlendsku juniormeistaraheitini (NJM), og sambært heimsíðuni svimjing.com vóru føroysku úrslitini sera góð.
– Vit skulu langt aftur í søgubøkurnar, til at finna eina norðurlendska meistarastevnu og eina norðurlendska juniormeistarastevnu, har føroyskir svimjarar stóðu seg so mikið væl, sum hesar tríggjar dagarnar nú í Vejle, skrivar heimasíðan svimjing.com um avrikið hjá føroysku svimjarunum.
Her er eitt yvirltit yvir heiðursmerki og føroysk met, sum svimjararnir tóku í Vejle:
Heiðursmerki
- Líggjas Joensen, Ægir, NJM-gull í 400 frí við tíðini 3:50.73
- Lea O. Højsted, Ægir, NJM-bronsu í 200 bringu við tíðini 2:31.59
- Mennirnir – Bartal Ejdesgaard, Heini M. Askham, Isak D. Brisenfeldt og Líggjas Joensen – Svimjisamd Føroya, NM-bronsu í 4×200 frí við tíðini 7:22.67
- Líggjas Joensen, Ægir, NJM-silvur í 1500 frí við tíðini 15:20.28
- Isak D. Brisenfeldt, Havnar Svimjifelag, NM-gull í 200 firvald við tíðini 1:59.39
- Líggjas Joensen, Ægir, NJM-silvur í 200 frí við tíðini 1:48.49
Met
- Lea O. Højsted, Ægir, føroyskt met og juniormet í 200 bringu við tíðini 2:31.59
- Mennirnir, Svimjisamband Føroya, føroyskt landsliðsmet í 4×200 frí við tíðini 7:22.67
- Lea O. Højsted, Ægir, føroyskt met og juniormet í 100 bringu við tíðini 1:10.07
- Isak D. Brisenfeldt, Havnar Svimjifelag, føroyskt met og juniormet í 200 firvald við tíðini 1:59.39
– fyrsti undir 2 minuttir í 200 firvald - Bartal E. Eidesgaard, Havnar Svimjifelag, føroyskt met í 100 frí við tíðini 50.04
– fyrsti undir 50 sekund í 100 frí - Mennirnir – Bartal Ejdesgaard, Heini M. Askham, Isak D. Brisenfeldt og Líggjas Joensen- Svimjisamband Føroya, føroyskt landsliðsmet í 4×100 frí við tíðini 3:21.75
Hesir svimjarar vóru í Vejle og svimja um norðurlendsku meistaraheitini:
Til NJM 2024
- Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim)
- Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS)
- Lea Osberg Højsted (2008, Ægir)
- Róa Trygvadóttir (2008, Ægir)
- Fróði Hansen (2008, FS)
- Líggjas Joensen (2008, Ægir)
- Silas Dam Lindberg (2008, HS)
Til NM 2024
- Alisa Bech Vestergård (2003, SuSvim)
- Ari Rasmussen Weihe (2005, HS)
- Áki Eliassen (2006, HS)
- Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003, HS)
- Heini Mohr Askham (2006, Ægir)
- Isak Dag Brisenfeldt (2006, HS)
- Jón Hofgaard (1992, SuSvim)
Við teimum vóru landsliðsvenjarar Rúna Jakobsen og Kristian Martin Joensen, og ferðaleiðarin Gunnvá Thomsen.