Longu í 1948 byrjaði brævaskiftið millum ÍSF og ÍBÍ. Fyrstu ferð teir komu higar var í 1949. Teir komu til Vágar við fyrsta íslendska flogfari, ið lent hevur í Føroyum. ÍBÍ er stytting fyri Íþróttabandalag Ísafjarðar, sum virkaði millum 1946 og 2000. Ítróttarfelag Ísafjarðar varð samansett av feløgunum Hørður og Vestri.
Í 1955 byrjaði fótbóltsdeildin hjá ÍBÍ, sum spældi í bestu íslendsku deildini árini 1962, 1982 og 1983. Gísli Magnússon, sum fleiri kanska kenna sum venjara hjá GÍ, var venjari hjá ÍBÌ árini 1973, 1978 og 1984-85. Í 1988 varð felagið upployst av fíggjarligum óskili og flestu leikarar fluttu til Boltafélag Ísafjarðar. Í 2006 legði BÍ saman við Ungmennafélag Bolungarvíkur og varð kallað BÍ/Bolungarvík, har Guðjón Þórðarson (venjari hjá NSÍ í 2019), var venjari í 2010. Í 2016 fekk felagið endiliga navnið Íþróttafélagið Vestri.
Miseydnað havnarferð í 1963
Um summarið 1963 vitjaði ÍBÍ – Íþróttabandalag Ísafjarðar – havnarfeløgini. ÍBÍ hevði árið fyri spælt í fremstu íslendsku fótbóltsdeildini, men var aftast, og flutti tí úr deildini. Ísafjarðingar vóru ikki so stinnir hetta summarið sum okkurt annað árið, ið teir vóru í Føroyum. HB vann 5-0 á ÍBÍ og B36 vann eisini. 7 av frægastu leikarum teirra høvdu fingið forfall. Eisini hendi tað keðiliga óhapp, at málverji teirra fekk økslina úr lið, og fór við flogfari aftur til Íslands, eykamálmann høvdu teir ongan.
Søgan um Ísafjarðarbikarið og Ísafjarðarsúlurnar
Í bókini Havnarmenn í Gundadali greiðir Jógvan Arge soleiðis frá HB vitjanini í Íslandi í 1954, sum var upprunin til bikar og súlur í 34 ár: “HB spældi víða um landið. 13. august varð farið úr Reykjavík til Ísafjarðar við bussi. Í fjúrtan tímar koyrdu teir yvir dalar og fjøll, og stór mannamúgva tók ímóti teimum, tá teir komu fram. Fyrsti dysturin varð spældur móti úrvalsliði úr Hørði og Vestri”.
Og víðari skrivar hann: “Á Ísafirði hevði HB fingið handaða eina gávu (frá Hørði og Vestri) at bera Ítróttarsambandi Føroya. Gávan var eitt prýðiligt silvurbikar, sum varð latið føroyskum fótbóltsliðum at spæla um.
ÍSF gjørdi av, at meistaradeildin skuldi spæla um Ísafjarðarbikarið í eini steypakapping, sum var uttanfyri landskappingina. Fyrsta kappingin skuldi vera í 1955″. Soleiðis kom føroyska steypakappingin í lag fyri 70 árum síðani.
Tá ið Hørður og Vestri á Ísafirði høvdu latið eitt bikar og tríggar súlur at kappast um, broyttist kappingin, tí Íþróttabandalag Ísafjarðar fór av knóranum. Síðani 1989 hevur verið kappast um Løgmanssteypið. At Føroya Landsstýri læt feløgunum eyðkenda steypið við við veðrahornunum sum árligt ferðasteyp, veitti kappingini eina nýggja tign, ið sømdi seg nýggjum limalandi í altjóða fótbóltssamgongunum.
70 ár eftir, at Hørður og Vestri góvu startskotið til føroysku steypakappingina, standa feløgini fyrstu ferð sjálvi í íslendsku steypakappingini. Íslendska steypafinalan verður spæld 22. august á Laugardalsvöllinum í Reykjavík og mótstøðuliðið hjá Vestri verður Valur úr Reykjavík.
Keldur:
Havnarmenn í Gundadali
Fremjum dystarleik, sveinar og sprund
Blaðið 14. September (31. juli 1963)