Íslendski Reyði Krossur takkar fyri hjálpina í sambandi við gosini í Grindavík

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Jón Brynjar Birgisson, rakstrarstjóri hjá Reyða Krossi í Íslandi, hevur vitjað í Føroyum í vikuni fyri at handa Reyða Krossi Føroya og føroyingum eina almenna tøkk. Hetta fyri hjálpina og stuðulin, sum íslendingar fingu, tá eldgos rakti Grindavík í 2023, og allir íbúgvarnir máttu flytast burtur.

Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýrið lótu tá 500.000 krónur í neyðhjálp. Peningurin varð brúktur til praktiska hjálp, skjól og sálarliga stuðul til tey neyðstøddu.

Sambært Jón Brynjar Birgissyni eru íslendingar sera takksamir fyri áhaldandi stuðulin frá føroyingum, og hann mintist eisini á, hvussu Føroyar lótu stuðul, tá ið Ísland fór á húsagang í 2008. Hjálpin úr Føroyum vakti stóran ans í íslendskum miðlum.

Í dag búgva bert 50 av teimum upprunaligu 4.000 í Grindavík, hóast bygdin framvegis er ein týdningarmikil fiskivinnubygd. Umleið 100 fólk koyra dagliga hagar til arbeiðis.

Framtíðin í Grindavík er framvegis óviss.

– Eingin veit um ella nær tað fer at goysa aftur. Kanska í dag, kanska næsta ár ella aftur um hundrað ár, sigur Jón Brynjar Birgisson.

Hann bar eisini eina skrivliga tøkk frá íslendska Reyða Krossi, har Aðalskrivarin Gísli Rafn Ólafsson undirstrikar, hvussu føroyskur stuðul ikki bara var praktisk hjálp, men eisini eitt sterkt tekin um samhuga og felagsskap millum tjóðirnar.

– Takk fyri týdningarmikla stuðulin. Hann gjørdi veruligan mun, og hetta verður ikki gloymt, skrivar Gísli Rafn Ólafsson í takkarskrivi til Reyða Kross Føroya.