Ísrael: Eingin streymur ella vatn til Gaza fyrr enn gíslar eru leyslatnir

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Ísrael fer ikki at loyva, at Gaza fær streym ella vatn, áðrenn ísraelsku gíslarnir, ið Hamas hevur tikið í Gaza, verða latnir leysir aftur.

Tað sigur ísraelski orkumálaráðharrin, Israel Katz á X, sum áður æt Twitter, sambært Times of Israel og AFP-tíðindastovuni. – Humanitera hjálp til Gaza? Eingin knøttur til streymin verður tendraður, eingin vatnpumpa verður latin upp og einki brennievni fer inn, áðrenn ísraelsku gíslarnir eru vendir aftur heim, sigur hann í uppslagnum.

150 gíslar í Gaza
Hernaðarliga rørslan Hamas hevur tikið fleiri gíslar, sum verða hildin aftur í Gaza.

Sambært Times of Israel, so er talið av gíslum í Gaza mett til at vera 150, og fleiri av teimum vera mett at hava latið lív.

Í gjár, mikudagin, steðgaði einasta kraftverki í Gaza, tí eingin olja var eftir, upplýsa orkumyndugleikarnir í Gaza.

1.200 dripin í Ísrael
Hetta hendir, eftir at Ísrael hevur sett stongsil av Gaza í verk sum aftursvar til blóðuga álopið hjá Hamas í Ísrael.

Tilsamans eru í minsta lagið 1.200 fólk deyð í Ísrael, meðan onnur 2.700 eru særd í samband við álopið hjá Hamas.

Ísrael hevur svarað aftur við at bumba fleiri hundrað mál í Gaza, sum hevur verið bumbað síðan leygardagin av ísraelska flogvápninum, eftir at forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, hevur boðað frá kríggi ímóti hernaðarrørsluni, Hamas.

Kelda: Ritzau