Ísraelskir hermenn skutu móti tíðindafólkum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tíðindafólk úr Palestina, ið dekkaðu hendingar kring flóttafólkaleguna í Jenin á Vestara áarbakka í síðstu viku, vórðu skotin eftir av ísraelskum hermonnum.

Tað vísir eitt videobrot, sum er almannakunngjørt av sjónvarpsrásini Al Araby, og eisini deilt av ísraelska miðlinum Haaretz.

Tað skrivar norska tíðindastovan, NTB.

Á upptøkunum sæst ein ísraelskur hernaðarbilum koyra inn á gøtuna, har nakrir journalistar hava sett sína útgerð upp. Tíðindafólkini eru í skottryggjaðum vesti, har tað stendur “Press” á, og eitt av sjónvarpsupptøkutólunum fangar hendingina, tá ið skotið verður eftir teimum úr ísraelska hernaðarbilinum.

Eisini verður skotið eftir einum sjónvarpsupptøkutóli, sum stendur úti á gøtuni, og tað verður oyðilagt av skotunum.

Journalistarnir Ameed Shehadeh og myndamaðurin Rabie al-Munir flýggjaðu inn í eini hús og sluppu óskalaðir frá skothendingini.

– Teir sóu okkum, og ætlan teirra var greið; teir vildu forða okkum at taka upp inni í leguni, greiðir Rabie al-Munir frá til Haaretz. Sambært honum varð upptøkutólið rakt av 20 skotum.

Ísraelski herurin sigur í einari frábóðan, at skotið bleiv eftir herinum, og at herurin svaraði aftur við skotum.