Ítróttafagnaðurin í Varpinum komandi trý árini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í dag undirskrivaðu Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, og Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF, ein sáttmála, sum staðfestir, at Ítróttafagnaðurin komandi trý árini verður í Varpinum í Klaksvík.

Hvørt ár skipar ÍSF fyri Ítróttafagnaðinum, har føroysk ítróttafólk, sjálvboðin, leiðarar, venjarar og eldsálir, ið hvønn dag gera eitt stórt arbeiði í feløgunum, verða heiðrað.

ÍSF leggur stóran dent á, at ítróttafagnaðurin ferðast kring landið. Fyrsti fagnaðurin var hildin í Smæruni í Tórshavn í 2018, og síðan hevur hann verið í Fuglafirði og Runavík.

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, er sera fegin um, at ÍSF hevur valt at leggja ítróttafagnaðin í Klaksvík komandi árini. Hann sigur:
– Varpið hóskar seg sera væl til at hýsa einum slíkum tiltaki, og tí eru vit eisini sera fegin um samstarvið við ÍSF. Vit gleða okkum at bjóða okkara fremstu ítróttafólkum í Varpið komandi árini.